2022-11-11 19:53

Fyri tveimum vikum síðani skrivaðu vit, at vágamenn høvdu keypt ísfiskatrolaran Aalskere úr Orknoyggjunum.
Nú er skipið yvirtikið og skrásett í føroyska flotanum. Tað framgongur í yvirlitinum hjá Skipaskrásetingini.
Skipið hevur fingið navnið Vesturvarði, og tað er P/F Suðringur við Tummasi Henriksen á odda, sum er nýggjur eigari.
Talan er um eitt nýtt og framkomið skip, sum vágamenn hava fingið fatur á. Nýggi Vesturvarði er bygdur í Danmark í 2020.
Ísfiskatrolarin er 35 metrar langur og 10,5 metrar breiður.
Vesturvarði liggur í løtuni í Thyborøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald