Innanlands

Nýggj hummarakunngerð komin í gildi

Nú krevst loyvi at fiska hummara – eisini til húsbrúk

Mynd: Colourbox)

Mynd: Colourbox)

2021-01-02 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú krevst loyvi at fiska hummara, sama um veiðan verður avreidd ella fer til húsbrúk.

Hetta er ásett í nýggju hummarakunngerðini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lýsti stutt fyri jól, og sum kom í gildi í gjár, 1. januar.

– Fiskimálaráðið er gjørt varugt við, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg í seinastuni, og at hetta er vinnuliga fiskiskapinum til ampa. 

– Óskipað hummaraveiða gagnar hvørki hummarastovninum ella teimum, sum fiska hummara.

– Tí eru reglurnar broyttar soleiðis, at skalt tú fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum, krevst loyvi – eisini tá fiskað verður til húsbrúks. Loyvini eru avmarkað til tey, ið eftir verandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Eingi nýggj loyvi verða latin afturat teimum, sum hava verið í skipanini seinastu árini, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuna.

Kunngerðin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder