Innanlands

Nýggj vísindagrein um laksalús

Tað er Tróndur J. Kragesteen, sum hevur skrivað greinina um hvussu ein lúsastovnur uppførir seg í einum aliøki – Greinin er útgivin í altjóða tíðarritinum Inter-Research Science

Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling

Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling

2021-02-05 13:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

At hava tamarhald á laksalús í alivinnuni er ein stór avbjóðing. Hendan avbjóðingin kann gerast minni, um vit vistu hvussu ein lúsastovnur í einum ávísum aliøki uppførir seg. Enska heitið er "Estimation of external infection pressure and salmon-louse population growth rate in Faroese salmon farms."

Hetta er evnið, sum Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur skrivað vísindaliga grein um, sum júst er útgivin í altjóða tíðarritinum Inter-Research Science.

Tróndur J. Kragesteen, PhD, viðger í greinini hvussu populatónsdynamikkmodellir fyri laksalúsa kunnu gerast betri. Hann brúkar m.a. tíðarseriur við lúsadátum at meta um tveir týdningarmiklar parametrar: eksternt smittutrýst og vøksturin í laksalúsastovninum fyri øll føroysku aliøkir, sum hava verið aktiv í tíðarskeiðinum 2011 til 2018.

Granskingin hjá Tróndi er eitt stig á leiðini at leggja alingina soleiðis til rættis, at tamarhald er á laksalúsini, samstundis sum minst møgulig árin eru á umhvørvið og sjálvan alilaksin.

Tróndur J. Kragesteen skrivaði greinina í samstarvi við Knud Simonsen, André W. Visser og Ken H. Andersen.

Greinin kann lesast í fullari longd á Inter Research » AEI » v13 » p21-32 (int-res.com).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder