Innanlands

Nýggja farmaskipið hjá Smyril Line á Havnini

156 metrar langa farmaskipið hjá Smyril Line kom í kvøld á Havnina. Skipið verður leigað úr Finnlandi, og hevur eisini finska manning

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-18 22:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja RoRo-skipið, M/V Mistral, sum Smyril Line hevur leigað at røkja sigling millum Ísland, Føroya og Danmarkar, kom á Havnina í kvøld.

Mistral legst afturat flotanum hjá Smyril Line sum eisini fevnir um Norrønu, Mykines, Akranes, Eystnes og Hvítanes.

Orsøkin til nýggja skipið er at Smyril Line skal stovna nýggja farmaleið millum Rotterdam og vesturnoreg, og hesa siglingina fer Akranes, sum áður sigldi millum Ísland, Føroya og Danmarkar, at røkja.

Mistral er bygt á J.J. Sietas Schiffswerft í Týskland í 1998. Skipið er 156 metrar langt og 23 metrar breitt. Tað er undir finskum flaggi og hevur eisini finska manning. Hon telur 24.

Les eisini: Smyril Line fær sítt sætta skip

Dagført 19. august 10:32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder