2024-08-31 15:16
Nýggja skipið hjá M&S Strendur er á veg til Føroya.
Talan er um eitt frystilínuskip, sum er umleið somu stødd sum Kambur, sum reiðaríið átti framman undan. Kambur sakk í februar mánaða í ár.
Hvat nýggja navnið verður er ikki greitt enn, og avloysaraskipið hevur heldur ikki dragibrunn, eins og undanfarni Kambur hevði.
Veststeinen er knappar 47 metrar langt og 10 metrar breitt í mun til Kamb, sum var 45 metrar langt og 10,9 metrar breitt. Veststeinen er bygt í 1998.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald