Innanlands

Nýggjur aktørur gott úrslit

Kinnfelli, sum eigur uppsjóvarskipið Katrin Jóhannu, hevði góðar sjey milliónir í avlopi í fjør

Katrin Jóhanna (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Katrin Jóhanna (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2020-09-20 21:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsti roknskapurin hjá reiðarínum Kinnfelli er tøkur, og vísir eitt yvirskot upp á 7,2 milliónir eftir skatt. Tað skrivar jn.fo, sum hevur hugt nærri eftir roknskapinum.

Kinnfelli, sum eigur sjóvarskipið Katrin Jóhannu hevði ein bruttovinning á 30,3 milliónir krónur í 2019. Starvsfólkakostnaðurin var 16,6 milliónir krónur. Úrslitið hjá felagnum var 8,8 milliónir krónur áðrenn skatt, og 7,2 milliónir krónur eftir skatt.

Katrin Jóhanna kom til Føroya í desember 2018, og varð keypt fyri 43,5 milliónir krónur.

Kinnfelli fekk saman við Snarfrost menningarkvotur í fýra ár, kvoturnar eru 10.400 tons av svartkjafti, 2002 tons av makreli og 1593 tons av sild.

Tummas Henriksen í Sørvági er stjóri í Kinnfelli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder