Innanlands

Ov nógvur smáupsi tikin á Munkagrunninum

Fiskiveiðieftirlitið setir veiðibann fyri trol í vestara kanti á Munkagrunninum

Skíggjamynd av heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum

Skíggjamynd av heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum

2019-02-21 15:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fiskiveiðieftirlitið hevur í dag sett veiðibann fyri trol í vestara kanti á Munkagrunninum frá í kvøld klokkan 19 til 7. mars 2109 klokkan 19.

Vørn skrivar á heimasíðuni, at við heimild í Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017, § 69, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri trol í vestara kanti á Munkagrunninum.

Fiskivieðieftirlitið sigur, at orsøkin er at skip hava fingið ov nógv av smáupsa í økinum, og at tað er álagt teimum at steingja eitt øki, um kunnleikin er um at so smáur fiskur verður fiskaður.

- Talan er um vernd av ungfiski. Vit kunnu steingja í 14 dagar fyri at verja ungfiskin, sigur vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum.

Økið, sum er stongt er fylgjandi:

1. 6127N – 0730W
2. 6126N – 0745W
3. 6117N – 0720W
4. 6117N – 0717W
5. 6127N – 0730W

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder