2024-08-03 09:26
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar amaroq er komið inn við knapt 1.000 tonsum.
Polar Amaroq hevur verið á makrelveiðu, og hevur umleið 400 tons av fiskamjøli, sum skipið landaði í Fuglafirði í gjár.
Polar Amaroq fór síðani á Kollafjørð, har skipið skal landa umleið 570 tons av frystum makreli í dag.
Polar Amaroq byrjaði fiskiskapin í íslendskum sjógvi, har skipið fekk stóran og góðan makrel, men fiskiskapurin var smáligur, og tí varð avgjørt at fara í altjóða sjógv at fiska.
Grønlendsku skipini hava góðan fiskiskap í altjóða sjógvi, og skipini koma til Føroyar at landa makrelin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald