2020-08-15 06:36
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq kom í gjár inn av makrelfeltinum.
Teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava bæði feskan og frystan makrel við til lands, og verður tann feski makrelurin landaður í Fuglafirði, meðan tann frysti makrelurin skal landast í Kollafirði.
Hvat teir hava av feskum makreli vita vit ikki, men 570 tons av frystum skal landast til frystigoymslurnar í Kollafirði.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald