Uttanlands

Prísurin á lodnu setur met

Lodnuprísurin setur met, nú fiskiskapurin av álvara er byrjaður í íslendskum sjógvi

Svanaug Elise er ávegis á Tvøroyri við 445 tonsum av lodnu

Svanaug Elise er ávegis á Tvøroyri við 445 tonsum av lodnu

2021-02-04 21:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað hava verið trý ár síðan skip hava fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, og nú lodna aftur er funnin undir Ísland, og londini hava útskrivað kvoturnar, hevur fiskiskapurin veruliga tikið dik á seg.

Norska uppsjóvarskipið Svanaug Elise hevur fiskað 445 tons av lodnu í íslendskum sjógvi, og í dag, kundi norski miðilin Fiskaren upplýsa, at teir høvdu fingið ein methøgan kiloprís á uppboðsøluni.

Talan var um føroyska uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic, sum hevur bjóðað heili 10,65 norskar krónur fyri kilo, sum svara til 7,66 danskar krónur kilo.

Tað gingu tó ikki nógvir tímar, so fekk eitt annað norskt skip, Gunnar Langva, bjóðað 12,34 norskar krónur fyri kilo, fyri sína lodnulast, sum eru 8,87 danskar krónur.

Norsk uppsjóvarskip hava seinasta samdøgrið siglt við fullari ferð úr Noreg til londufeltið í íslendskum sjógvi. Føroysku skipini eru ikki byrjaði upp á hendan fiskiskapin enn.

Norski miðilin fiskaren.no skrivar í kvøld, at ísland hevur tvífaldað lodnukvotuna í kvøld frá 61.000 tonsum til 127.300 tons. Norska lodnukvotan er 33.388 tons.

Føroysku uppsjóvarskipini fiska í løtuni annaðhvørt svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, ella sild norðanfyri í altjóða sjógvi.

Føroyska lodnukvotan er í ár 3.050 tons, og er galdandi til 1. mai.

[object Object]Gunnar Langva er ávegis til Tromsø við einari lodnulast, har teir fáa heili 12,34 norskar krónur fyri kilo (Mynd: Shipspotting.com) 

[object Object]Nógv skip eru á íslendska lodnufeltinum, reyðu pílarnir eru norsk skip, meðan bláu pílarnir eru íslendsk skip. (Mynd: Fishfacts.fo)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder