Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu fyrr í vikuni umleið 170.000 pund, har meginparturin av veiðuni var upsi.
Teir hava havt góðan fiskiskap eystanfyri, og parið landaði veiðuna í Havn.
Tá ið liðugt var at landa, fór Vesturbúgvin á Vestmanna og Eysturbúgvin liggur framvegis á Havnini. Skipini fara nú at rigga seg til at fara á gulllaksaveiðu undir Føroyum.
- Vit skulu gera okkurt smáarbeiði á Havnini áðrenn vit fara aftur til fiskiskap, og tá fara vit á gulllaksaveiðu, upplýsir Bjarki Magnussen, reiðari á Eysturbúgvanum.
Skipini hava havt góðan fiskiskap eftir upsa í ár, og tí byrjar gulllaksafiskiskapurin heldur seinni enn vanligt.
- Um alt gongst eftir vild, so verður farið til fiskiskap beint áðrenn páskir, upplýsir Bjarki Magnussen, reiðari á Eysturbúgvanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald