2018-07-10 14:17

Danska uppsjóvarskipið Ruth úr Hirtshals, sum Gullak Madsen eigur, liggur í løtuni í Skagen.
Upplýst verður, at talan er um ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, sum verður gjørt, og at Ruth hevur verið í Skagen í ein mánaða.
Umframt viðlíkahaldsarbeiði, sum verður gjørt so er tað eisini ymiskt eftirlit, ið skal gerast við skipið, og arbeiðið verður væntandi liðugt í vikuni. Síðani verður riggað til at fara á sildaveiðu.
Ruth hevur tíðina áðrenn skipið fór í dokk í Skagen, fiskað nebbasild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald