Uttanlands

Ruth landar sild í Týsklandi

Ruth hevur roynt eystur7suður úr Hetlandi hendan túrin

Mynd: Mikkjal Godtfred

Mynd: Mikkjal Godtfred

2018-07-19 07:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Ruth kom til Týsklands í gjár, har teir skulu landa.

Upplýst verður, at Ruth hevur roynt í eitt døgn, og at fiskiskapurin hevur verið góður.

Ruth hevur umleið 1100 tons av sild, og støddin liggur um 210-230 gramm.

Veiðan verður landað í Sassnitz, sum liggur í gamla Eystur Týsklandi. Við Ruth hendan túrin vóru 8 mans, og skipari er Hans Jacob Petersen úr Klaksvík.

Tá ið Ruth hevur landað verður farið aftur á sildaveiðu í Norðsjónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder