Innanlands

Seta hol á nýggjan kapittul í føroyskari flogsøgu

Í kvøld fer farmaflogfarið Eysturoy sín fyrsta túr við feskum laksi av Glyvrum til New York. Hátíðarhald var á flogvøllinum í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-05 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 19:00 í kvøld stendur nýggja flogfarið hjá FarCargo, Eysturoy, til at fara sín jomfrútúr við feskum laksafløkum beinleiðis til Newark Liberty International Airport beint uttan fyri New York.

Talan verður um 30 tons av feskum laksaflaki, ið er skorið hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Hetta er byrjanin av einum nýggjum kapitli í føroyskari flogsøgu, varð sagt fleiri ferðir, tá Bakkarfost og FarCargu høvdu móttøku á ferafólkaterminalinum á Vága Floghavn fyrrapartin.

[object Object]

Eysturoy lendi fyri fyrstu ferð í Vágum seinnapartin í gjár. Teir, ið flugu flogfarið til Føroya, eru royndu flogskipararnir Heðin Krett og Hans Meinhard á Høgabóli, sum báðir eru partaeigarar í FarCargo.

Teir báðir eru eisini teir einastu av teimum átta flogskipararunum og -stýrimonnunum, ið eru knýttir at nýggja flogfelagnum, sum hava neyðugu loyvini at flúgva flogfarið.

Hinir seks flogskipararnir skulu hava nakrar royndir og flogtímar afturat áðrenn teir hava neyðugu stemplini í sínum pappírum.

Best egnað til tørvin

Talan er um eitt Boeing 757 flogfar, sum fyrr hevur flogið við ferðafólkum fyri American Airlines, men sum nú er umbygt til farmaflogfar.

Birgir Nielsen, annar av stjórunum í FarCargo greiddi á móttøkuni í Vágum í dag frá, at tey høvdu kannað fleiri ymisk sløg af flogførum, men komu skjótt framtil, at júst Boeing-flogførini av 757 slagnum eru tey best egnaðu til tørvin hjá felagnum, og serliga eigaranum, Bakkafrost, sum verður tann, ið mest fer at brúka flogfarið til at flyta farm, í hvussu so er á vegnum vestur um hav.

Umframt Bakkafrost eru fýra smærri partaeigarar knýttir til felagið, tað eru teir báðir áðurnevndu flogskipararnir, og so stjórin Birgir Nielsen og Andrew Djurhuus, sum eisini er tekniskur ráðgevi hjá felagnum.

Móttøkan á fløgvøllinum fyrrapartin var hátíðarlig. Røður vórðu hildnar av Birgiri Nielsen, Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, hesir báðir seinnu fyri ávikavist Føroya Landsstýri og Runavíkar kommunu, sum er heimstaður hjá felagnum.

Eisini var ein bøn hildin og signing lýst yvir flogfar og manning. Hesum tók Bergur D. Joensen, sóknarprestur, sær av.

Eissini framførdu Lena Anderssen og Niclas Johannesen nøkur løg.

[object Object]Hans Meinhard á Høgabóli inni í lastarúminum

Nýggjur møguleiki hjá føroyskum innflytarum

Eysturoy, sum flogfarið er navngivið, er 47 metrar langt, veingjabreiðið er 40 metar, og tað lastar 34 tons. Rúmkapasiteturin í floglastini er 230 rúmmetrar, og lastin kann kølast niður í 2 stig.

Flogfarið er keypt fyrst av øllum fyri at kunna frakta feskan føroyskan laks av Glyvrum og beinleiðis til kræsnar kundar og gómar í New York, har Bakkafrost frammanundan eigur eina innflutnings- flutningsfyritøku.

Men sambært Hanus Jacobsen, hinum stjóranum í FarCargo, so hevur tað jú ongantíð verið ætlanin at flogfarið skal flúgva tómt aftur til Føroyar.

Tí er tað, at ferðanetið er lagt soleiðis, at tað flýgur til Billund í Danmark á vegnum eystur umm aftur Atlantshav, og haðani til Føroyar.

Felagið hevur gjørt sáttmála við distributiónsfelag, sum skal skaffa flogfarinum farm aftur til Evropa úr New York, og eisini úr Billund til Føroyar.

Við nýggju loftvegis farmarutuni hava føroyskar fyritøkur fingið ein nýggjan flutningsmøguleika, sum kann vera hentur, um talan er um størri lutir, sum hava skund at koma fram, og eisini um førur, ið helst skulu vera so feskar/frískar sum møguligt, tá tær koma í føroysku handlarnar.

Nýggjur farmaterminalur

Í Vágum eru góðar umstøður at handfara góðsið, sum skal til og úr Føroyum. Vága Floghavn hevur innrættað gomlu komuhøllina, har viðførið kom í land til farmaterminal.

Higar fara at koma viðfestivognar frá Bakkafrost við laksavøruni, pakkað í flamingokøssum.

Inni í farmahøllini verða kassarnir so stáplaðir upp á serligar plátur, sum so við serútgjørdum trukki verða fluttar upp í flogfarið á ein hátt, so at vøran rullar á hesum plátunum allan vegin oman gjøgnum flogfarið.

Í fyrstu atløgu millumlendir flogfarið hjá FaroCargo í Keflavík á veg til New York. Hetta fyri at bunkra brennievni. Flogbrennievni er dýrt at keypa í Føroyum, og so hevur tað eisini nakað at gera við, at orsaka av flogbreytin í Vágum er í so stutt til so stór flogfør, so kann flogfarið lasta meira, um brennievnistangarnir ikki eru fullir.

[object Object]
Viðførisbandið sær eitt sindur øðrvísi út nú inni í fyrrverandi komuhøllini

Tveir mans við á túrinum

Einans tveir flogskiparar/-stýrimaður verða við á hvørjum túri tvørtur um hav. Fyribils eru tað einans Heðin Krett og Hans Meinhard á Høgabóli, sum hava loyvi at føra Eysturoy, men hinir flogskipararnir hjá felagnum ferða drignir við í uppgávuna so hvørt, sum neyðugu stemplini eru komin á pappírini.

Hinir flogskipararnir/-stýrimenninir eru Rúni Højgaard, Attli Tróndheim, Johan Vágadal, Petur Borgarlíð, Ken Nolsøe og Rósing Dam.

Men á túrinum, sum sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn, er sett til klokkan 19.00 í kvøld, verða tað aftur Hans Meinhard á Høgabóli og Hegin Krett, sum sita í kokpittinum.

Hesaferð við Hans Meinhardi í skiparasetrinum og Heðin í stýrimanssetrinum. Á túrinum heim í gjár var tað øvugt.

Fleiri myndir her

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]Birgir Nielsen

[object Object]Hanus Jacobsen

[object Object]Bergur D. Joensen

[object Object]Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder