Uttanlands

Sisimiut fer aftur til fiskiskap í morgin

Sisimiut hevur seinastu dagarnar ligið á Havnini, men nú verður riggað til at fara aftur til fiskiskap

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2020-12-28 16:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski flakatrolarin Sisimiut kom á Havnina tann 16. desember, og gongur alt sum ætlað, verður farið til fiskiskap í annaðkvøld.

Skipið hevur júst verið í Hirtshals, har teir hava havt eitt part av garantieftirlitinum, sum er krav frá skipasmiðjuni.

Ætlanin var at fara til Spania, men av tí at koronafarsóttin herjar kring heimin, varð avgerð tikin um, at gera tað, teir kundu í Danmark, og síðani gera restina í Spania  næsta ár.

Manningin, sum sigldi skipið til Føroyar, helt føroysku tilmælini, og var umborð á skipinum teir seks dagarnar, sum tilmælini siga, áðrenn teir mynstraðu av, og nýggj manning kom umborð.

Manningin, sum skal til fiskiskap við Sisimiut, skal nú testast, og um alt er í lagi, verður farið til fiskiskap í annaðkvøld.

Meðan Sisimiut hevur ligið á Havnini, hava teir eisini tikið útgerð umborð frá Vónini.

Farið verður í Barentshavið, har teir skulu fiska tosk, sum teir skera til flak umborð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder