2024-02-07 14:03
Føroya rættur er nú farin undir at kanna, hvør og hvussu nógv vitni skulu innkallast til sjóforhoyr eftir vanlukkuna við Kambi, sum sakk ein útsynning úr Akrabergi gjáramorgunin.
Henrik Møller, sorinskrivari, sigur við útvarpið í dag, at sjóforhoyr væntandi verður týsdagin ella mikudagin í næstu viku.
Danska skaðanevndin kemur til Føroya í dag í sambandi við kanningararbeiði.
Les eisini: Leitiøkið blívur alsamt størri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald