Innanlands

Sjóvinnustýrið skal kanna eldsbrunan

Tað bleiv borið skjótt at tá eldur í gjárkvøldið kyknaði á trolaranum Steintór, sum lá við bryggju í Hvalba

(Mynd: Suðurrás)

(Mynd: Suðurrás)

2023-02-03 08:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjár klokkan 17:44 fráboðan um, at eldur var í djúpvatnstrolaranum Steintór, sum lá við bryggju í Hvalba.

Sløkkiliðið í økinum gjørdi skjótt av, og longu klokkan 18:17 var eldurin sløktur.

Illgruni er um, at eldurin kyknaði í útstoytinum. 

Sjóvinnustýrið skal nú kanna málið nærri.

Steintór var annars júst komin aftur av túri, og skuldi landa 25.000 pund av svartkalva í Hvalba.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder