Innanlands

Skipini hava góðan makrelfiskiskap

Borgarin landar makrel í Kollafirði, Jupiter í Fuglafirði og Tróndur í Gøtu skal landa á Tvøroyri í kvøld

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-06 14:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini hava framvegis góðan fiskiskap eftir makreli norðanfyri Føroyar.

Borgarin kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa makrel.

Teir hava umleið 1200 tons av makreli, sum teir landa til Faroe Pelagic, tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.

Jupiter kom eisini inn í morgun, men teir landa í Fuglafirði.

Teir hava 700 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos. Jupiter hevur nú fiskað makrelkvotuna, og fer at sildaveiðu, eins og Finnur Fríði og Gøtunes eru farnir.

á Tvøroyri skal Tróndur í Gøtu landa í kvøld. Teir hava umleið 1000 tons av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic. Um teir fara aftur á makrelveiðu ella um teir fara á sildaveiðu vita vit ikki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder