Innanlands

Skrokkurin er nú á Skála

Nýggja havrannsóknarskipið skal gerast liðugt á Mest - verður eftir ætlan liðugt næsta summar

Her verður havrannsóknarskipið sleupað ígjøgnum Nólsoyarfjørð fyrrapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Her verður havrannsóknarskipið sleupað ígjøgnum Nólsoyarfjørð fyrrapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-23 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir døgurða í gjár - áleið klokkan 13 - kom danski sleipibáturin Bestla á Skála við nýggja havrannsóknarskipinum. Hetta skrvar jn. fo

Sí eisini: Nýggja havrannsóknarskipið hómast í Nólsoyarfirði

Talan er um skrokkin. Havrannsóknarskipið verður gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála. Tað er sleipað av Litava, har hann er smíðaður. 

[object Object]Her kemur skrokkurin inn á Skála (Mynd: Emil Jakobsen) 


Kringvarpið skrivar, at sleipingin varð seinkað av illveðri, og sleipibáturin lá nakrar dagar og andøvdi í Ålbækvíkini sunnan fyri Skagen. 

Eftir ætlan verður skipið liðugt og latið landsstýrinum á summri í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder