Uttanlands

Smáligur fiskiskapur eftir nebbasild

Beinur hevur seinastu tíðina fiskað nebbasild, men fiskiskapurin kundi verið betri

Mynd: EMS Photo

Mynd: EMS Photo

2018-07-09 21:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur úr Hirtshals, fiskar í løtuni nebbasild á Dogger bankanum.

- Fiskiskapurin eftir nebbasild er smáligur fyri tíðina, og munandi verri enn hann var í 2017, upplýsir Gunnar Nolsøe, skipari og ein av eigarunum.

- Vit eru júst byrjaðir túrin, men sum heild hevur fiskiskapurin verið smáligur í ár. Vit plaga vanliga at fiska nebbasild til síðst í juni mánað, men í ár er søgan ein onnur.

Skiparin heldur orsøkina til smáliga fiskiskapin vera, at sjógvurin er heitari, enn hann plagar at vera hesa tíðina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder