Innanlands

Soleiðis ætlar Bakkafrost at landstøðin í Hvalba skal síggja út

Málið var fyri á bygdaráðsfundi seinnapartin, og Hvalbiar kommuna hevur almannakungjørt myndir av ætlanini

(Mynd: Hvalbiar kommuna)

(Mynd: Hvalbiar kommuna)

2023-02-02 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á bygdaráðsfundi í Hvalbiar kommunu í kvøld var umsóknin frá Bakkafrost um at byggja landstøð í Nesi viðgjørd.

Í tí sambandi hevur Hvalbiar kommuna lagt myndir út av ætlanini hjá Bakkafrost. Nakað av ónøgd hevur verið um staðsetingina.

Kringvarpið skrivaði í dag, at fólk stúra fyri, at bjargingarfelagið, sum hevur neyst og útgerð við bátahylin, og ferðavinnufelagið Lítla Dímun verða rikin úr økinum, tá ein partur av bátahylinum verður fyltur upp við gróti.

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, heldur tó ikki at skaðin er so stórur.

Nú eru modellmyndirnar almennar, og so kunnu fólk sjálvi meta um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder