Innanlands

Spentir at sleppa í gongd við nýggja bátinum

Tað sigur Tummas Hilmarson, ein av nýggju eigarunum av Búgvanum

2019-05-16 13:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Mánadagin skrivaði Portalurin, at trolbáturin Búgvin var seldur til Klaksvíkar

Talan er um Tummas Hilmarson og brøðurnir Ísak Petersen og Símun Grúðkaskarð, og brøðurnir Erling Petersen og Lion Petersen, sum standa aftanfyri Sp/f 01.05.2108, sum hevur keypt Búgvan.

Tummas Hilmarson, upplýsir, at nýggju eigararnir eru spentir uppá at fara í gongd við at fiska við nýggja bátinum.

- Í løtuni standa báðir bátarnir á bedingini hjá KSS í Klaksvík. Dýrindal verður málaður, og fær nýggjan lit, meðan vit í hesum umganginum einans mála KG á bógvin á Búgvanum.

Tað var í fjør, at somu menn keyptu trolbátin Karen, sum hevði heimstað í Hvalvík. Skipið fekk upprunanavnið, Dýrindal, aftur, og heimstað í Klaksvík.

- Vit manglaðu dagar til Dýrindal, sum hevur 85 dagar, og tí fóru vit út at hyggja eftir einum báti aftrat. Vit høvdu áhugað á Jens Leon og Sigatindi, men Osmund Justinussen, reiðari, gjørdi greitt, at tað ikki uppá tal at selja hesar bátarnar.

Búgvin hevur umleið 200 dagar tá ið man telur buffaran við, og talan er um ein bát, sum er í ótrúliga góðum standi, og sum lastar munandi meira enn Dýrindal, sigur Tummas Hilmarson.

- Búgvin lastar umleið 600 kassar, og hetta er munandi meira enn hvat í Dýrindal lastar.

Í løtuni er arbeiðið í gongd við at gera bátarnar klárar til fiskiskapin á landleiðini, sum byrjar fríggjadagin í komandi viku, og vit eru sera spentir uppá at fara í gongd við fiskiskapin.

Tummas Hilmarson, sigur at talan er um tveir bátar, sum eru í sera góðum standi. Búgvin varð sandblástur fyri ikki so langari tíð síðan, og Dýrindal er í sera góðum standi nú.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder