Í síðstu viku lá stóri grønlandski rækjutrolarin Akamalik á Havnini. Teir komu úr Skagen, har trolarin hevði verið í dokk, sum er triðja hvørt ár. Tá teir loystu av Havnini, og vóru komnir vestur um Høvdan, varð kósin sett vestur í hav, tí teir skulu á rækjuveiðu í Vesturgrønlandi.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan Linjon Christiansen. Hann segði millum annað:
- Føroyar liggur sera væl fyri mitt í Altanshavinum. Akamalik sleppur ikki inn í dokkina á Skála. Men tá Mest hevur gjørt nýggju dokkina á Skála, og teir megna at verða kappingrførir við grannalondini í prísi og tíð, so fáa teir óivað uppgávur at dokka stóru grønlandsku trolararnar. Tað eru vit sera spentir uppá, sigur hann.
- Grønlandsku trolararnir keypa nógva útgerð í Føroyum á hvørjum árið. Vit hava bæði føroysk trol, vektir og lemmar. Harafturat keypa vit nokso nógvan proviant, pakning og plattar. Grønlendsku skipini hava javnan tørv á at fáa smiðir umborð, og so er oljan væl bíligari í Føroyum enn í grannalondunum. Tí eru vit og aðrir grønlandskir trolarar góðir kundar í Føroyum, sigur Linjon.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Uppá fyrispurning um hvussu tað hevur vignast við fiskiskapinum í ár, svarar hann:
- Rækjufiskiskapurin hevur verið minni í ár, enn undanfarnu ár. Tað hevur verið sera nógvur ísur, ja, óvanliga nógvur. Harafturat er vetrarhálvan forskotin ella útsett í ein til tveir mánaðir, so vit enn ikki eru slopnir á fiskimið, vit vanliga hava roynt á hesa tíðina, sigur Linjon Christiansen.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald