2025-08-07 07:16

Partrolararnir Stelkur og Bakur skulu landa ávikavist til Faroe Origin og Delta Seafood.
Parið hevur roynt eystanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hava Stelkur og Bakur 360.000 pund, og so at siga alt er upsi.
Eftir vanligum umstøðum plagar parið at landa veiðuna til Faroe Origin í Runavík, men av tí at vit eru í feriutíð, so fara skipini til Runavík og á Tvøroyri at landa.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald