Innanlands

Stórir toskar til kræsnar gómar

Matstova gera seg til at bjóða kundunum forkunnugan toskafisk

Tróndur Húsgarð, ið júst er nýútbúgvin kokkur, og Savio de Souza í køkinum á Barbaru (Mynd: Sverri Egholm)

Tróndur Húsgarð, ið júst er nýútbúgvin kokkur, og Savio de Souza í køkinum á Barbaru (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-15 14:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri heim eftir sín fyrsta royndartrolingartúr á Føroyabanka.

Við í land hevði nýggja rannsóknarskipið knøpp tvey tons av góðum og stórum bankatoski.

Serliga slagið av toski úti á Føroyabanka – sum í fleiri ár hevur verið stongdur fyri veiði – er forkunnugur matur.

Tí hevur matstovan Barbara Fishouse tryggjað sær nakrar av toskunum at bjóða kundum sínum til serligu bankatoskakvøldini, sum verða nú um vikuskiftið, hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Í dag høvdu kokkarnir Tróndur Húsgarð og Savio de Souza fingið henda serliga fiskin inn í tronga køkin í ovaru hæddini á húsunum kallað Kamarið, har maturin til fiskamatstovuna Barbara verður tilgjørdur.

Og sum sæst á myndini, so toskarnir rættiliga stórir.

Toskurin á bankanum er støðufastur, og er tí mentur til at vera eitt serligt slag. Eitt slag, ið veksur skjótari enn vanligur toskur, hevur størri høvd og er eisini nógv ljósari enn vanligur toskur. Sagt verður eisini av serkønum, at hann smakkar betur enn toskurin, vit kenna frá landgrunninum.

Útvarpssendingin GMF vitjaði á Vestaru bryggju, tá Jákup Sverri byrjaði at landa í morgun. Hoyr prátið, sum Kári Sólstein hevði við fiskifrøðingin Petur Steingrund her

Les eisini: Minni av hýsu og eitt vet meira av toski á Føroyabanka 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder