2020-09-11 20:09
- Hetta er stórur og góður makrelur vit hava fingið. Partur av lastini er beint undir 500 gram í miðal og hin helvtin er umleið 530 gram í miðal. Vit hava roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri og hava umleið 1000 tons, sum vit landa til Pelagic her í Fuglafirði, sigur John Vernar Louisson, sum siglir, sum dekkari við Høgabergi.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Vit vóru trý føroysk skip har á leiðini. Har var væl av makreli at síggja og tí rokni eg við at vit fara norður aftur á somu leið. Tað tekur knapt hálvtannað samdøgur at landa 1000 tons, sigur John Vernar Louisson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald