Innanlands

Svartkjaftur landaður í Fuglafirði og á Tvøroyri

Gøtunes landaði 650 tons á Tvøroyri, og Norðingur landaði 1900 tons í Fuglafirði

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2020-12-10 21:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Gøtunes landaði sína svartkjaftalast til Varðan Pelagic, har svartkjafturin verður landaður til matnað.

Tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Í Fuglafirði hevur Norðingur landað 1900 tons av svartkjafti til Havsbrún, har svartkjafturin fer til ídnað.

Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi hjá Havsbrún, og síðan til fóður.

[object Object]Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

 

placeholder
placeholder