Í síðstu viku kundi Anfinn Olsen, reiðari, avdúka at reiðaríið Akraberg, sum er eitt felag hjá Framherja í Fuglafirði, hevur undirskrivað sáttmála um at byggja nýggjan verksmiðjutrolara til fiskiskapin í Barentshavinum.
Myndir av nýbygninginum hava tó ikki verið kunngjørdar fyrr enn í gjár, tá ið skipasmiðjan sjálv kunngjørdi avtaluna. Nýggi Akraberg skal fiska bæði botnfisk, sum teir skulu avhøvda og rundfrysta, umframt at teir skulu kunna virka rækjur umborð.
Við nýggja Akraberg verður tað møguligt at fiskað við trimum trolum í mun til tvey, sum núverandi Akraberg kann fiska við.
Talan verður um sniðið Vard 8.3, sum skipasmiðjan Vard í Brattvåg sjálv hevur teknað í tøttum samstarvi við reiðaríið.
Nýggi trolarin verður sera framkomin, og hann skal avloysa verandi Akraberg, sum skal seljast tá ið nýggi Akraberg kemur í flotan.
Nýggi Akraberg verður 84 metrar langur, og knappar 17 metrar breiður, og skal latast reiðarínum á sumri 2022.
Hóast hjúnini Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig hava verið í reiðaravinnuni í fleiri ár, so er hetta fyrsti nýbygningurin, sum tey lata byggja.
Reiðarahjúnini uttast til høgru á myndini. Myndin er tikin tá ið Jógvan I kom á Toftir fyri fyrstu ferð í desember í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Tvey nýggj skip í 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald