2018-07-20 13:40
Thor Beamer, hjá reiðarínum Thor í Hósvík, er selt. Skipið, sum verður brúkt sum hjálparskip hjá oljuvinnuni, varð selt fyri 1, 6 mió. kr.
Nú Thor Beamer er selt, er bert Tórsvík eftir av teimum eldru skipunum hjá Thor.
Reiðaríið er í gongd við at selja gomlu frálandaskipini, hevur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, sagt við Kringvarpið. Orsøkin er m.a. at gomlu skipini hava torført við at lúka krøvini, sum verða sett frálandaskipum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald