Innanlands

Thor økir um flotan

Thor í Hósvík hevur keypt norska uppsjóvarskipið Gerda Marie

Gerda Marie er keypt til Føroyar, og hevur fingið navnið Ran (Mynd: EMS Photo)

Gerda Marie er keypt til Føroyar, og hevur fingið navnið Ran (Mynd: EMS Photo)

2023-06-22 19:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt eitt norskt uppsjóvarskip, sum hevur fingið navnið Ran.

- Vit hava keypt Gerda Marie úr Noregi, sum varð avloyst fyri tíð síðan, og ætlanin er at hetta skipið skal partrola saman við Hoyvík, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Reiðarin hevur ikki so nógvar viðmerkingar í løtuni, men sigur, at Ran fer nú á beding í Noregi, og síðani kemur skipið til Føroyar.

- Vit hava fingið øll loyvini uppá pláss, og hava yvirtikið skipið, sum hevur fingið heimstað í Tórshavn, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor.

Gerda Merie, sum hevur fingið navnið Ran, er bygt í 1986, og fekk tá navnið Háborg.

Eiler Jacobsen, sáli, lat skipið byggja.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder