Innanlands

Topas og Sardis skulu umbyggjast til rækjufiskiskap

Partrolararnir hava fiskað botnfisk undir Føroyum, men verða nú umbygdir í Albania

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-02-05 11:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Vit skrivaðu fyrr í dag um at partrolararnir Topas og Sardis eru seldir til eitt felag í Albania.

Hans Andrias Keldurberg, fyrrverandi reiðari, váttar at skipin eru seld.

- Skipini eru ikki longur heimahoyrandi í Føroyum, men eru nú flaggaði í Albania.

Topas og Sardis skifta nú navn til Razafa 21 og Razafa 22, og vera heimahoyrandi í albanska býnum Durres.

Skipini skulu uppá beding í Danmark, har botnurin skal reinsast, og síðan fara skipini til Albania, har tey skulu umbyggjast.

- Skipini skulu umbyggjast, og síðan fiska rækjur og partrola eftir uppsjóvarfiski, upplýsir Hans Andrias, fyrrverandi reiðari á parinum, sum nú er selt til Albania.

Hans Andrias, sum er reiðari í Thor samtakinum, sigur til endans, at tað er ikki endaliga avgjørt, um nýggj skip verða keyp fyri Topas og Sardis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder