2023-05-30 20:41
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu verður í løtuni málað hjá Mest á Skála.
Skipið hevur seinastu tíðina fiskað svartkjaft, men nú kvotan er uppi, er skipið farið í dokk hjá Mest á Skála.
Tróndur í Gøtu verður málaður myrkabláður, og seinni er ætlanin at yvirbygningurin skal málast meira yvir í grábrúnt, eins og á Gøtunes.
Nýggi Finnur Fríði fær somu litnir, sum Gøtunes, nú skrokkurin verður sandblástur og málaður í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald