Innanlands

Tróndur í Gøtu fiskað svartkjaftakvotuna

Tróndur í Gøtu er komin inn við 1.500 tonsum av svartkjafti

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-12 07:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár inn við 1.500 tonsum av svartkjafti, sum skulu landast í Fuglafirði.

Svartkjafturin verður síðani koyrdur í bilum til Leirvík. Eisini verður ein partur landaður til Havsbrún.

Tróndur í Gøtu hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna, eins og Gøtunes og Finnur Fríði, sum Varðin í Gøtu eisini eigur.

Gøtunes liggur nú á Runavík meðan Finnur Fríði er farin at leita eftir sild í føroyskum sjógvi.

Hvat Tróndur í Gøtu nú fer at gera vita vit ikki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder