2023-06-19 07:03
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan sum er 800 tons, verður landað til Havsbrún, har sildin verður framleidd til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Sildin er heldur bleyt enn, og tí verður hon landað til ídnað heldur enn til matna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald