Í gjár kom nýggi Gardar til heimbygdina Bekkjarvik í Noregi.
Talan er tó ikki um eitt og hvørt skip, tí nýggi Gardar hevur seinastu 14 árini havt heimstað í Gøtu, og navnið Tróndur í Gøtu.
Tað var ein stór løta tá ið nýggi Tróndur í Gøtu kom á Runavík fyri fyrstuferð í mars í 2010.
Reiðaríið Varðin hevði fingið handað sín triðja nýbygning í søgu felagsins, og talan var um eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip, sum kostaði umleið 230 milliónir at byggja.
Varðin átti tá eisini Finn Fríða, sum reiðaríið lat byggja sjey ár framman undan, umframt uppsjóvarskipið Jupiter og ídnaðarskipið Saksaberg.
Var ongantíð ætlanin at selja Trónd í Gøtu
Í december í 2021 undirskrivaði Varðin undir sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen, um at byggja eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip, sum skuldi avloysa tá 18 ára gamla Finn Fríða.
Nýggja skipið verður heili 88 metrar langt, 16,5 metrar breitt og kemur at lasta umleið 3.000 tons.
Skipið skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í januar í ár, men er nakað seinkað. Væntað verður at skipið kemur til Føroyar fyri fyrstu ferð í juli mánaða.
Av tí at reiðaríið nú skjótt fekk handa nýggja Finn Fríða, so var núverandi Finnur Fríði settur á sølulista, men lítil áhugið var fyri skipinum, sum hóast tað er yvir 20 ár, er í góðum standi.
Kundu ikki siga nei
Hóast tað als ikki lá í kortunum hjá Varðanum at selja Trónd í Gøtu, sum hevur riggað sera væl, og verið eitt sterkt grundarlag hjá Varðanum, fekk reiðaríið eitt somikið gott boð uppá skipið í februar mánaða, at eigararnir ikki kundu siga nei.
Norska reiðaríið K. Halstensen úr Bekkjarvik kom til Føroya, og leiðin gekk beinanvegin á Runavík, har Tróndur í Gøtu lá. Skjótt gekk, og norsku keypararnir bjóðaðu 200 milliónir fyri 14 ára gamla uppsjóvarskipið, sum kostaði 230 milliónir at byggja í 2010.
Hetta broytti heilt ætlanirnar hjá Varðanum, sum nú hevði selt eitt munandi nýggjari skip, enn ætlað.
Gamli Finnur Fríði bleiv nýggi Tróndur í Gøtu
Tann 23. apríl setti Tróndur í Gøtu kós móti Skagen, har skipið skuldi landa seinastu svartkjaftalastina undir føroyskum flaggið.
Tá ið skipið hevði landað, skuldi tað í dokk í Skagen, har tað eisini er bygt, og nýggju eigararnir skuldu gera botnsýn og annað, sum er vanligt í slíkum handlum, og síðani yvirtóku teir skipið.
Av tí at Varðin nú hevði selt Trónd í Gøtu, varð avgerð tikin um, at gamli Finnur Fríði skuldi fáa navnið Tróndur í Gøtu.
Enn er eingin avgerð tikin, men væntandi fer Varðin í gongd við at fyrireika ein nýggjan Trónd í Gøtu tá ið nýggi Finnur Fríði er komin í flotan seinni í summar.
Loksins komið til Noregs
Norska reiðaríið yvirtók Trónd í Gøtu tann 1. mai, og síðani fór teir í gongd við at mála skipið, seta nýtt navn og búmerkir á og annað í sambandi við yvirtøkuna.
Hetta arbeiðið hevur tikið ein góðan mánaða og í gjár kom nýggi Gardar til Bekkjarvik á fyrstan sinni.
Norsku eigararnir eiga framman undan uppsjóvarskipini Slaaterøy, sum er undanfarna Ruth hjá Gullak Madsen í Hirtshals og Manon, sum er eitt eldri uppsjóvarskip.
Eisini eigur felagið tveir trolarar. Granit, sum fiskar botnfisk, og rækjutrolarin Karine H.
Reiðaríið hevur eisini undirskrivað ein sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna um ein nýbyggning, sum skal avloysa Manon, sum er bygt í 1996.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald