
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu verður á Tvøroyri fyrrapartin við svartkjafti, sum skal landast til Varðan Pelagic.
Tróndur í Gøtu hevur umleið 800 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic. Teir hava fiskað í ES-sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Seinastu tíðina eru uppsjóvarskipini farin at landa svartkjaft til hini uppsjóvarvirkini í Føroyum, Pelagos og Varðin Pelagic.
Í síðstu viku landaðu Jupiter og Finnur Fríði svartkjaft til Varðin Pelagic, og um vikuskiftið landaði Høgaberg svartkjaft til Pelagos.
Skipini hava sum oftast landa allan svartkjaftin til Havsbrún í Fuglafirði.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi hevur verið sera smáligur seinastu tíðina, og skipini eru tí farin longur suður at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald