2019-02-22 10:22
Uppsjóvarskipið Tróndur í gøtu byrjaði at landa í morgun til Havsbrún.
Upplýst verður at teir hava 2750 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald