Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur á heimasíðu sínari lýst kunngerð um broytingar í makrelkunngerðini. Í kunngerðini eru tvær høvuðsbroytingar.
Onnur er, at kvotutølini verða dagførd, nú endaliga føroyska makrelkvotan í 2024 upp á 98.708 tons er ásett. Kvotutølini hava higartil verið fyribils.
Hin broytingin eru ásetingar um at skipa atgongdina hjá føroyskum skipum at fiska makrel í bretskum sjógvi og norskum sjógvi í 2024.
Føroyar hava gjørt avtalu við Bretland og Noreg, at vit kunnu fiska ein part av okkara makrelkvotu inni hjá teimum. Tað eru, sum vera man, ymiskar avmarkingar.
- Eftir avtaluni við Noreg kunnu í mesta lagi 12 føroysk skip royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn, skrivar fisk.fo.
Tí skulu skip, sum ætlað sær í norskan sjógv at fiska makrel, søkja Vørn um loyvi. Hetta skal gerast í seinasta lagi 31. juli 2024 klokkan 12.
Eru fleiri enn tólv skip, sum søkja, verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv.
Kunngerðin sæst HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald