Innanlands

Tvær landingar á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu hevur landað sild, og Beinur er komin inn við eini sildalast

2024-12-20 12:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur verið á Tvøroyri, har skipið hevur landað sild.

Tróndur í Gøtu hevur landað 1.100 tons av sild til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi hendan túrin.

Fiskiskapurin hevur verið góður, og Tróndur í Gøtu fer aftur á sildaveiðu.

Danska uppsjóvarskipið Beinur kom í nátt inn við 600 tonsum av sild, sum skal landast til Varðan Pelagic, sum skipið eisini hevur fiskað í altjóað sjógvi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder