Innanlands

Tvær merktar grindir at fylgja

Grindin í Fuglafirði 3. september er í Hatton-Rockall lægdini, meðan grindin í Klaksvík 16. september er vestur av Føroyabanka

(Mynd: Hav.fo)

(Mynd: Hav.fo)

2024-09-19 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tann 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgisveinasendarar festir á tveir hvalir.

Tað gekst nakað striltið at fáa bólkin út av Pollinum aftur. Men móti kvøldi fór grindin út í Djúpini, og síðan norður um Føroyar.

Eftir at vera komin út á hellingina hevur grindin ferðast suðuryvir, í ein útsýnning, og er nú vestur av Føroya Banka (turkis og grøn linja á myndini).

Grindin, ið var merkt á Fuglafirði 3. september, helt kósina suður móti Porcupine bankanum, men vendi so, og hevur síðan ferðast í ein útnyrðing, tvørtur um bæði Rockall dýpið og -ryggin, og er nú í Hatton-Rockall lægdini (reyð og blá linja á myndini).

Grindin úr Fuglafirði ferðast í løtuni væl skjótari enn grindin úr Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder