Innanlands

Tvey norsk skip landa svartkjaft í Fuglafirði

Tvey norsk uppsjóvarskip skulu landa svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði

2023-03-15 06:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um norsku skipini Harald Johan og Havskjer, sum skulu landa 1600 og 2600 tons av svartkjafti.

Skipini hava fiskað svartkjaft vestanfyri Írland hendan túrin.

Flestu føroysku svartkjaftaskipini liggja. Einastu føroysku skipini á feltinum í løtuni eru Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Borgarin.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder