2025-08-05 19:51

Uppsjóvarskipini Høgaberg og Fagraberg hava landað makrel til Pelagos í Fuglafirði.
Fagraberg var fyrst inni við 280 tonsum av makreli, sum er fiskaður norðanfyri í altjóða sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið hampuligur, og Fagraberg fór aftur til fiskiskap tá ið teir høvdu landað.
Síðani kom Høgaberg inn við 390 tonsum av makreli, sum skuldi landast til Pelagos.
Eisini Høgaberg hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og hevur havt hampuligan fiskiskap hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald