Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um at broyta reglurnar um brúksskyldu í sjófeingislógini til ummælis.
Ein broyting er at strika ásetingina um, at tá egnir fiskidagar ella egin kvota ikki er brúkt við meira enn 30%, fellur munurin millum 30% og tað, sum er brúkt, aftur til landið.
Harumframt verður gildiskoman á sonevndu 60%-regluni útsett. Frá og við fiskiárinum 2025 er treyt fyri at avhenda kvotur ella fiskidagar, at brúkt eru í minsta lagi 60% av kvotuni ella fiskidøgunum fiskiárið frammanundan. Tí fær brúkið í 2024 týdning fyri møguleikarnar at avhenda kvotur ella fiskidagar í 2025.
Í galdandi lóg eru fiskasløgini makrelur, norðhavssild og svartkjaftur undantikin 60%-brúkstreytini. Skotið er upp, at undantakið verður gjørt tíðaravmarkað og fer úr gildi 31. desember 2025. Við hesi broyting koma avhendingar av kvotum av nevndu fiskasløgum undir somu lógartreytir sum aðrar kvotur í 2026 og frameftir.
Í lógini er eisini ein generell brúksskylda, sum sigur, at um fiskifar als ikki hevur brúkt veiðiloyvi og fiskiloyvi í tvey ár á rað, falla tey aftur til landið. Í uppskotinum, sum nú er sent til ummælis, er hetta óbroytt, men reglurnar um, hvussu brúk verður gjørt upp, verða í uppskotinum orðaðar neyvari.
Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku.
Uppskotið er til ummælis fram til 15. juni 2023.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald