Innanlands

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

Tað er tann elsta sildin sum stendur longst vesturi, meðan unga sildin stendur nærri Noregi. Orsøkirnar eru at gamla sildin svimur skjótari enn tann yngra og er harnæst fyrr liðug at gýta – og leggur tí fyrri til brots út á hav og er komin longri vestur, tá ið kanningarnar verða gjørdar í mai

2022-01-15 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl til árligu stovnsmetingarnar. Hesi tøl eru nú greinaði, viðvíkjandi hvar sildin hevur hildið til nevnda tíðarskeið við serligum atliti til aldurin á sildini.

Norðhavssildin gýtir fram við norsku strondini í februar-mars, og síðani leitar hon sær vestur í hav at finna sær føði, sum í stóran mun er reyðæti (Calanus). Greiningin vísir, at tað er tann elsta sildin sum stendur longst vesturi, meðan unga sildin stendur nærri Noregi. Orsøkirnar eru at gamla sildin svimur skjótari enn tann yngra og er harnæst fyrr liðug at gýta – og leggur tí fyrri til brots út á hav og er komin longri vestur, tá ið kanningarnar verða gjørdar í mai.

Elsta sildin stendur flestøll árini nær front-økjunum norðan fyri Føroyar – upp móti Ísland-Føroya frontinum og Jan Mayen frontinum. Hetta er ivaleyst tí føðiviðurskiftini eru góð har, og har er eisini arktiskt reyðæti norðanífrá (Calanus hyperboreus), sum er nakað størri og føðsluríkari enn vanliga reyðætið (Calanus finmarchicus). Tann elsta sildin, sum hevur ferðast hesa leiðina oftast, “veit” hvar best er at fara, og stevnir tí beinleiðis hagar. Yngra "óroynda" sildin tykist koma aftaná, og er í mai ikki komin líka langt í sínari ferðing.

Í tíðarskeiðnum 1999-2004 var útbreiðslan í mai tó ein heilt onnur, og sildin stóð nokk so nógv longri norðuri. Kjakast hevur verið um, hvørt orsøkin til hetta vóru broytingar uttanifrá, t.d. í umhvørvi og/ella føðiviðurskiftum, ella um tað vóru broytingar í sildastovninum, t.d. í stovnsstødd og/ella aldurssamanseting í stovninum. Hóast greiningin ikki neyvt dugir at vísa á nakra ávísa broyting, sum viðførdi, at sildin broytti ferðingarmynstur, so verður mett at tað allarhelst vóru broytingar í umhvørvi ella føði sum vóru orsøk til broytingina í ferðingarmynstrinum, tí tað vóru ongar ógvusligar broytingar í stovnsstødd ella aldurssamanseting hesi árini.

Úrslitini vóru kunngjørd beint undan jólum í greinini “Spatial Distribution of Different Age Groups of Herring in Norwegian Sea, May 1996–2020”. Greinin er prentað í tíðarritinum “Frontiers in Marine Science” og kann lesast her. Tað eru granskarar á Havstovuni sum hava staðið á odda í arbeiðinum við hjálp frá norskum og íslendskum granskarum.

[object Object]

Miðal-sildaútbreiðsla í mai í tíðarskeiðnum 2005-2020. A) 3-4 ára gamla sildin stendur tætt við Noreg. B) 5-7 ára gamla sildin er mitt í Norskahavinum. C) Sildin sum er 8 ár og eldri er komin heilt vestur móti Jan Mayen frontinum og Ísland-Føroya frontinum. 2000 m, 1000 m og 500 m botnlinjur eru teknaðar við gráum, og Ísland-Føroya fronturin, sum gongur eystur-vestur, og Jan Mayen fronturin, sum gongur norður-suður, eru teknaðir við brotnari svartari linju. Sildaútbreiðslan í tíðarskeiðnum 1996-1998, sum líkist nakað hesari, sæst í greinini sum víst er til í leinkjuni.

[object Object]

Miðal-sildaútbreiðsla í mai í tíðarskeiðnum 1999-2004. Allur sildastovnurin, t.v.s. A) 3-4 ára gomul sild, B) 5-7 ára gomul sild og C) sild 8 ár og eldri, var hesi árini norðarlaga í Norskahavinum, men mynstrið við at unga sildin er tættast við Noreg og tann gamla er longri vesturi sæst tó. 2000 m, 1000 m og 500 m botnlinjur eru teknaðar við gráum, og Ísland-Føroya fronturin, sum gongur eystur-vestur, og Jan Mayen fronturin, sum gongur norður-suður, eru teknaðir við brotnari svartari linju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder