Í tíðarskeiðnum februar 2022 til januar 2023 hækkaði útflutningurin av fiskavørum 2,1 milliard krónur samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.
Talan er um ein vøkstur á 22 prosent, og tykist tað, sum, at vøksturin er minkandi, skrivar Hagstovan.
Virðið vaks fyri øll fiskasløg, meðan nøgdirnar einans vuksu fyri tosk, hýsu og svartkjaft. Útflutningur av laksi vaks við 920 milliónum krónum – 20 prosent. Men nøgdin er minkað góð 10.000 tons – ella 12 prosent.
Næststørsti vøkstur er í bólkinum "annar fiskur". Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 728 milliónir krónur – 54 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 33 prosent.
Útflutningurin av toski vaks 282 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 33 prosent. Nøgdin vaks sjey prosent. Prísurin á toski hevur ongantíð verið so høgur sum nú, sambært Hagstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald