Innanlands

Verandi aktørar kunnu fáa stóran fyrimun

Greining: Hava brúkt fleiri dagar at viðgera umsóknirnar av menningarkvotum enn freistin var at søkja

Verandi aktørar kunnu fáa stóran fyrimun

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-08 15:04 Author image
Kiran Jóanesarson

Tað gongur striltið hjá Fiskimálaráðnum og landsstýrismanninum at luta menningarkvoturnar út.

Nú eru 21 dagar síðani, at nevndin, sum var sett at gera eitt tilmæli um menningarkvotur, lat sítt tilmælið inn til Fiskimálaráðið, og tað er longri tíð enn umsøkjararnair fingu at skriva eina umsókn.

Landsstýrismaðurin valdi eisini at útseta uppboðssøluna av uppsjóvarfiski, soleiðis at tey feløg, sum fingu lut í menningarkvotunum, kundu hava møguleikan at vera við í kappingini, av tí at tey høvdu eitt munandi tryggari grundarlag at kappast á.

Men nú er tíðin við at ganga undan. Uppboðssølan skal vera týsdagin í næstu viku, og tað gevur so tríggjar gerandisdagar hjá nýggju aktørunum, at fáa sær fígging til vegar í sambandi við uppboðssøluna. Eisini skal havast í huga, at vit eru mitt í feriutíð. Um hendan gongdin heldur fram, verða tað somu aktørarnir, sum eru í vinnuni í dag, sum fáa størsta fyrimunin við at keypa, av tí at tey feløgini eru so væl fyri fíggjarliga.

Sum skilst er talan um umleið seks feløg av 38 umsóknum, sum skulu hava lut í menningarkvotunum.

Trupult er at skilja, at tað skal taka 21 dagar at viðgerða seks feløg. Orsøkin er helst ósemja í samgonguni um hvør skal hava part av menningarkvotunum ella, at tilmælið als ikki verður fylgt.

Men hvussu leingi kunnu nýggju aktørarnir bíða afturat. Leingi hevur ljóðað, at tað verður alment fyrsta dagin, hvør fær menningarkvotur. Eftir ætlan skuldi tað vera áðrenn ólavsøku, og tað eru skjótt tvær vikur síðani nú. Seinni hava fleiri dagfestingar verið frammi av ymskum politikarum, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum segði í Degi og viku í síðstu viku, at hann ikki vildi seta eitt dato á enn. Men hann segði, at arbeiðið í Fiskimálaráðnum var í gongd, og at nú skuldi ognarskapurin og annað viðgerast soleiðis, at man við vissu at feløgini luku treytirnar, sum skuldi vera fyri at verða góðkendur.

Ætlanin við menningarkvotunum var millum annað, at gera tað lættari hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna, men hetta hevur hjálpt lítið -  kanska heldur ein forðing, tí at arbeiðsgongdin hevur verið so drúgv.

Les eisini: Bjørn Kalsø: Nær ætlar Høgni Hoydal at luta menningarkvotur út

Les eisini: Menningarkvotur so skjótt viðgerðin er liðug