Innanlands

Verjir sína Ph.D-ritgerð í Kongshøll í morgin

Inga Kristiansen hevur kannað djóraæti norðan fyri Føroyar, har fleiri uppsjóvarfiskastovnar leita sær føði um várið og summarið

Inga Kristiansen

Inga Kristiansen

2021-12-05 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin fer Inga Kristiansen at verja sína Ph.D-ritgerð á Fróðskaparsetrinum. Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Vestaru bryggju.

Ritgerðin hevur heitið “Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea - links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring”. 

Havøkið norðan fyri Føroyar er ríkt av djóraæti og fleiri stovnar av uppsjóvarfiski koma í økið um várið og summarið fyri at fáa sær føði. Tey havfrøðiligu viðurskiftini kunnu tó vera skiftandi, og tað ávirkar bæði ætið og uppsjóvarfiskin. 

Í verkætlanini hevur Inga Kristiansen kannað tey bæði týdningarmestu sløgini av djóraæti, sum eru norðan fyri Føroyar. Reyðæti er tað vanligara slagið, og harumframt er eitt størri slag, sum rekur norðanífrá tey tíðarskeiðini, tá eitt rák av køldum sjógvi eystan fyri Ísland er sterkt.

Kannað er, hvussu nøgdir, nøring og vøkstur hjá ætinum eru tengd at árstíðum, gróðri og skiftandi styrki hjá havstreymum. Eisini hevur Inga Kristiansen kannað føði og ferðingarmynstur hjá norðhavssild í sambandi við nøgdirnar av djóraæti, sjóvarhita og havstreymar. Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri betur at skilja hetta føðsluríka og umbroytiliga havøkið og hvussu skiftandi náttúruviðurskifti ávirka sildina. 

Inga Kristiansen hevur gjørt sína gransking á Havstovuni, og Ph.D.-útbúgvingin er skipað í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Havstovuna. Vegleiðarar hava verið Eilif Gaard og Hjálmar Hátún, Havstovan/Fróðskaparsetrið og Sigrun Jónasdóttir, DTU-aqua. 

Í Ph.D.-dómsnevndini eru Hein Rune Skjoldal, Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt, Bergen, Jeffrey Runge, School of Marine Science, University of Maine og Anni Djurhuus, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini, Felagnum Nótaskip, Fiskivinnurgransking og Havstovuni. 

Kalda: hav.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder