Innanlands

Verkstova um taraaling á Tvøroyri

Fyrr í vikuni var verkstova um taraaling í SALT á Tvøroyri. Endamálið við verkstovuni var at viðgera og umrøða, hvussu taraaling í Føroyum skal skipast, herundir hvussu myndugleikaviðgerðin fungerar og hvørjir manglar eru.

(Savnsmynd: Ocean Rainforest)

(Savnsmynd: Ocean Rainforest)

2023-03-18 14:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað heilt serliga við verkstovuni var, at ymiskir aktørar vóru savnaðir at umrøða og viðgera møgulig árin frá taraaling, fyri at kunna eyðmerkja avbjóðingar áðrenn hesar verða ein trupulleiki.

Tað eru tvey tara-alifeløg í Føroyum, Ocean Rainforrest og TARI, og bæði feløgini høvdu framløgur og vóru vælumboðaði. Eisini vóru framløgur frá Umhvørvimálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling og norska granskingarstovninum NIVA.

Eftir framløgurnar var eitt orðaskifti, har luttakararnir m.a. umrøddu møguleikar og avbjóðingar í tara-alivinnuni. Eins og undir framløgunum var hetta eitt frálíkt høvið hjá luttakarum at deila vitan og royndir sínámillum.

[object Object]

At savna umboð frá vinnuni, myndugleikum, miðfyrisitingini og granskarum er í roynd og veru besti hátturin at viðgera hvussu regluverkið, ið skal verða grundarlag undir hvussu taraaling skal skipast í framtíðini, skal verða.

Verkstovan er liður í verkætlanini “A Sustainable and Resilient Macroalgal cultivationindustry in the Nordic and Arctic region (ASuReMacro)”. Tað er Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari og verkætlanin er fíggja av Norðurlendska Ráðharraráðnum, Aarhus Universiteti og Fiskaaling.

Fiskaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder