2022-04-26 09:24
Vesturbúgvin hevur seinastu dagarnar staðið á bedingini hjá Mest í Havn, har skaðin, sum kom í sambandi við samanstoytin við Eysturbúgvan, verður umvældur.
Tað var skírisdag, at Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan tá skipini vóru á gulllaksaveiðu suðuri móti markinum sunnanfyri Føroyar.
Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu. Øll manningin, sum taldi sjey, varð bjargað í øllum góðum.
Kiran Jóanesarson tók í gjárkvøldið myndina omanfyri á skipasmiðjuni hjá Mest.
Les eisini: Skipasøga: Eysturbúgvin og Vesturbúgvin framkomnastu partrolararnir í Føroyum
Les eisini: Ikki fyrstu ferð, at partrolarar hava rent saman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald