Innanlands

Vinnuligar fiskiroyndir: Fýra umsøkjarar fingið part av kvotuni

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir, og søkt var tilsamans um 16.800 tons – Tey, ið hava fingið stuðul eru P/F Vestmanna Fiskavirki, P/F Faroe Marine Products, P/F Netastovan, og Sp/F Gráastein

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir (Savnsmynd)

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir (Savnsmynd)

2023-02-20 19:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Tá freistin at søkja var úti 20. januar, hevði Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fingið sjey umsóknir um part av kvotuni, og fýra av teimum vóru játtaðar.

Tilsamans var søkt um 16.800 tons, og eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna, fingu fýra umsøkjarar tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk, skrivar Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. 

Av játtaðu umsóknunum eru tvær til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Tvær umsóknir eru latnar til reiðarí/skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum.

Ikki játtaðar umsóknir vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðing skal sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar - í seinasta lagi 31. januar 2024.

Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

  • P/F Vestmanna Fiskavirki: 1.500 tons
  • P/F Faroe Marine Products: 2.500 tons
  • P/F Netastovan: 1.500 tons
  • Sp/F Gráastein: 1.500 tons
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder